Víðkað reiking


Víðkað reiking merkir heilt einfalt, at telefonin hjá tær virkar allastaðni, tá tú ferðast.

Tað eru tvær orsøkir til, at tú sjálv/ur skalt seta Víðkað reiking til á tínum haldi:

Víðkað reiking gevur atgongd. Er Víðkað reiking tendrað, sleppur tú á netið hjá øllum veitarum, sum Føroya Tele hevur avtalu við uttanlands. Tí er neyðugt hjá øllum, óansæð hald, at tendra Víðkað reiking, tá ferðast verður uttanfyri Norðurlond.

Víðkað reiking gevur ver heimild. Ver er eyðmerkt við, at tú altíð kanst tryggja tær, at tú ikki brúkar meira, enn tú hevur at brúka av. Men tá tú brúkar telefonina uttanfyri Norðurlond, kann ganga ávís tíð (vanliga upp til 4 tímar), áðrenn vit fáa skrásett tína nýtslu uttanlands. Tí kann koma fyri, at tú tosar fyri meira, enn tú hevur á tíni ver-kontu og tín ver-konta tí fer í minus.

Tá tú loyvir Víðkað reiking, gevur tú ver heimild til at trekkja tað av tíni gjaldkorti, um ver-kontan hjá tær er farin í minus. Vit trekkja altíð fyrst pening av tíni ver-kontu og síðani av tínum gjaldkorti um neyðugt. Tú fært eini sms-boð, hvørja ferð vit trekkja pening av tínum gjaldkorti.

Tað er bert ver-kontan, sum kann fara í minus, og tað er bara við útgangandi talu. Data kann ikki fara í minus.

Hevur tú ikki tendra Víðkað reiking, kann ver ikki tryggja tær, at tú kanst brúka telefonina uttanfyri Norðurlond.