Hví velja ver?
Tú fært nógvar fyrimunir við ver. Eitt er, at tað er bíligari, men tað hevur eisini innbygda sjálvgreiðslu, tryggleika og nýtslukontu, sum tú ikki hevur sæð áður.
Sjálvgreiðsla
 Tú avgreiðir sjálv øll tíni viðurskifti á mitt.ver.fo. Tað er sera lætt. Tú
            skrásetir teg sum brúkara. Tú velur hald og nummar. Tú skrásetir gjaldkort og rindar frammanundan hvønn
            mánað við sjálvvirkandi flyting. Tú fyllir á eina nýtslukontu, ella tað kann gerast sjálvvirkandi. Og tú
            kanst keypa eyka data. Ver sjálvbjargin!
Tryggleiki
ver
            hevur nógv tann bíligasta prísin á fartelefonhaldum higartil á føroyska
            marknaðinum. Samstundis er tað trygt. Tú fært onga óvæntaða rokning. Tú hevur ein pakka til talu, sms og
            data, sum tú rindar fyri frammanundan. Upphæddin verður trekt av tínum gjaldkorti hvønn mánað. Og fert tú
            útum tað, fært tú tað at vita, og kanst taka støðu til, um tú vil keypa meira, t.d. data. Ver trygg!
Útbreiðsla
ver nýtir netið hjá Føroya Tele.
            Tí fært tú eisini besta dekningin við ver. Bæði tá ið tað kemur til at tosa í
            fartelefon og at nýta internet á farbreiðbandinum við fartelefonini. Ver á!
Eingin bíðitíð
 Við at nýta ver sleppur tú undan at standa í bíðirøð ella ringja til
            eina
            tænastudeild at tosa um hald og tænastur. Øll avgreiða alt sjálv og kunnu so brúka virðismikla tíð til alt
            møguligt annað. Tú loggar inn á mitt.ver.fo og ger tað, sum gerast skal. Tú kanst sjálvandi eisini ringja til
            tænastutelefonina, 80 80 80. Ver tú! 
Eingin binding
 Hjá ver er einki bindandi hald. Tú rindar frammanundan fyri tann komandi
            mánaðin, sjálvvirkandi við gjaldkorti. Vilt tú skifta hald ella veitara, so gert tú tað bara. Vit vilja
            bara, at tú ert hjá ver, tí tú vilt vera her. Vit noyða ongan. Vit vera ógvuliga kedd, um tú fert, og tí
            gera vit alt fyri, at tú verður her. Ver her!
            Nummar
 Tá ið tú stovnar hald hjá ver, fært tú nøkur telefonnumur at velja í. Hevur
            tú
            hald frá Føroya Tele frammanundan, kanst tú varðveita títt gamla telefonnummar. Vilt tú hinvegin hava eitt
            nýtt nummar, so gerst tú bara tað. Ver frí!
            ver-konta
 Hvønn mánað verður trekt ein upphædd av tínari kontu, sum tú hevur sett teg
            fyri. Tað vil siga t.d. 297 krónur fyri fría talu. Haraftrat kanst tú eisini seta pengar inn á eina ver-kontu
            til tænastur, sum ikki eru fevndar av sjálvum haldinum, t.d. gjaldstænastur, V4-seðlar, atkvøðugreiðslur
            o.a. Hetta kann eisini gerast sjálvvirkandi. Ver til!
