Tað virkar ikki at senda kotuna á áfyllingarkortinum til 1990?

Tað kunnu vera fleiri orsøkir til, at tað ikki er gjørligt at senda kotuna á áfyllingarkortinum til 1990.
Kanna eftir at kotan, tú hevur sent til 1990, er røtt. Hevur tú sent skeiva kotu, royn so aftur við røttu kotu og tað virkar.
Er tað meir enn 6 mánaðir síðani, at tú hevur sett pening á títt talutíðarhald, virkar tað ikki at senda kotuna til 1990. Her mást tú ístaðin fara inn á ver.fo, velja keyp talutíð á forsíðuni og síðani velja fyll á við áfyllingarkorti. Tá tú hevur tøppað títt nummar og kotuni inn, verður haldið hjá tær virkið aftur og upphæddin verður løgd afturat tí upphæddini, tú hevði á kontuni, áðrenn tað gjørdist óvirkið.
 

Er tað meir enn 12 mánaðir síðani, at tú hevur fylt á seinast, so mást tú venda tær til ver á 801990 ella vitja eina av Telebúðunum.







80 80 80