Skal avtalan sigast upp, sjálvt um talan er um talutíðarhald?

Nei, tað er ikki neyðugt. Fert tú t.d. uttanlands, kanst tú bara lata vera við at fylla á aftur, og so hava haldið óvirkið, meðan tú ert burtur. Eftir 180 dagar ber hvørki til at ringja frá ella til haldið. Tó verður peningurin standandi á kontuni, og um nýggj áfylling verður gjørd innan komandi 180 dagarnar, verður peningurin sum stóð á kontuni aktivur aftur saman við áfyllingini. Hevur tú sjálvvirkandi áfylling, verður fylt áaftur. 360 dagar eftir síðstu áfylling dettur peningurin burtur, og haldið verður strikað.







80 80 80