Ver viðskiftatreytir - galdandi frá 1. november 2017

ver viðskiftatreytir


Avtalan
Hesar viðskiftatreytir (hereftir ver-viðskiftatreytir) eru galdandi fyri avtalur um hald v.m. gjørdar um veitan og rakstur av øllum tele- og dátutænastum (hereftir tænastur) millum teg sum kunda og ver, sum er ein sjálvstøðug tænastueind hjá Føroya Tele.
Umframt ver-viðskiftatreytirnar kunnu sertreytir ásetast fyri tær einstøku tænasturnar. Um so er, at ósamsvar er millum sertreytirnar og ver-viðskiftatreytirnar, eru sertreytirnar galdandi fram um ver-viðskiftatreytirnar. Um tú gert avtalu við ver um tænastu frá ver, góðtekur tú samstundis møguligar sertreytir galdandi fyri einstøku tænastuna.
Hvør myndigur persónur, ið er fyltur 18 ár, og hvør løgfrøðiligur persónur kann sum kundi stovna hald. Tú hevur, sum kundi, skyldu til at halda ver-viðskiftatreytirnar.
Tú heftir fyri gjaldið av øllum veitingum og møguligum øðrum ískoytishaldum, sum verða veittar í samband við avtaluna, eisini í teimum førum, har tú hevur loyvt øðrum at brúka haldið/tænasturnar.


1.1 Talgilt samskifti
Tað er ein fortreyt fyri stovnan av haldi, at tú hevur ein teldupostbústað. Um teknisk ella onnur viðurskifti broytast, kann ver krevja, at eisini aðrar fortreytir skulu verða til staðar fyri, at tú kanst stovna hald.
Boð frá ver viðvíkjandi avtaluni verða send sum teldupostur til teldupostabústaðin, sum tú hevur upplýst. Boðini kunnu t.d. umfata ordraváttanir, kunning um avtalur, herundir fráboðanir um broyting í prísum og treytum. Tú fært sostatt ikki boðini sum vanligt bræv.
Boð, sum tú fært um teldupost til avtalaðu teldupostabústaðin, hava sama løgfrøðiliga virknað, sum vórðu tey móttikin sum vanligt bræv.
Tú hevur tí skyldu til at kanna eftir so hvørt, um boð eru frá ver á avtalaðu teldupostbústaðnum.
Um tú broytir teldupostabústað, skalt tú beinanvegin geva ver boð um hetta um sjálvgreiðsluna á www.ver.fo. Ber ikki til hjá ver at senda boð til avtalaða teldupostbústaðin, tilskilar ver sær rætt til at krevja eitt avgreiðslugjald at senda boðini sum vanligt bræv til tín.
 

1.2 Skráseting og rætting av bústaðarupplýsingum
Tú sum kundi skalt, tá avtala verður gjørd, upplýsa ver um navn, føðidato, bústað og teldupostbústað.
Tað er ein treyt, tá tú gert avtalu við ver, at tú og allir brúkarar, sum vara av haldum, ið eru knýtt at tínum haldi, hava fastan bústað í Føroyum, og at ver fær upplýsingar um navn, føðidato, bústað og teldupostbúðstaðin hjá øllum brúkarum, sum vara av haldum, ið møguliga eru knýtt at tínum haldi.
Um fleiri ver hald eru knýtt at einum kunda, er fortreytin fyri møguligum avsláttri, at allir brúkararnir av atknýttu haldunum búgva á sama bústaði.
Tú skalt, um ver metir tað neyðugt, prógva rættleikan í upplýsingunum. Ver kann tí krevja løgváttan við mynd um neyðugt.
Upplýsingarnar eru síðan grundarlag undir avtaluni, inntil broytingar verða fráboðaðar.
Ver tilskilar sær rætt at kunna nýta kundaupplýsingarnar tvørtur um tænastueindirnar hjá Føroya Tele P/F og hjá øllum feløgum í Føroya Tele P/f samtakinum fyri at tryggja rættar upplýsingar á øllum tænastueindum knýttar at Føroya Tele P/F. Kundaupplýsingar verða tó ikki veittar øðrum uttan lógartryggjað endamál. 
 

2. Stovning
Hald av tænastu verður bílagt á heimasíðuni hjá ver, www.ver.fo, ella á annan hátt, sum ver ger av. Við bíleggingini verður m.a. skilað til, hvørja tænastu bíleggingin fevnir um, herundir hald av eykatænastum v.m..
Ert tú sum kundi í eftirstøðu hjá ver við øðrum haldi, skal gamla skuldin rindast, áðrenn nýtt hald verður stovnað.
Við stovnan rindar tú fult gjald fyri hald og tænastur, sama um eitt ella fleiri hald eru knýtt at tær sum kunda, og sama nær í mánaðinum haldið verður stovnað. Ver avgerð, um hesi gjøld skulu rindast frammanundan ella afturút. Ver tilskilar sær rætt til at broyta hesa áseting til fyrimun fyri teg sum kunda uttan ávaring.
 

3. Avhending av haldi
Tú kanst bert avhenda haldið til annan, um ver gevur sítt samtykki til tess.
Ver kann sum treyt fyri avhendingina krevja, at tú og nýggi kundin skrivliga vátta avhendingina.
Ver hevur rætt til at krevja eykagjald í sambandi við avhending. Støddin á eykagjaldinum finst í listaprísunum hjá ver. 
 

4. Skyldur partanna
Skyldur hjá ver:

A: at veita tænastu á dygdarliga høgum stigi. Kravið til dygd fevnir m.a. um:

  1. stutta útveganartíð, tá bílagt verður,
  2. stutta tíð at fáa samband,
  3. fáar miseydnaðar royndir at knýta samband,
  4. góð hoyri- og flutningslíkindi,
  5. fá brek við tænastuni,
  6. skjótleika at bøta brek á egnari útgerð.
  7. neyva skuldskriving av gjøldum fyri veittar tænastur.

B: at syrgja fyri, at yvirlit yvir nummarið hjá tær kemur í teldutøka skrá. Tú verður upptikin ókeypis í yvirlitið við navni, starvi/bústaði og telefonnummari, uttan so at tú boðar frá, at tú ikki ynskir hesa tænastu.

Móti samsýning kanst tú eisini fáa aðrar upplýsingar á nummar.fo so sum teldupostbústað, heimasíðu v.m.
 

C: at tryggja, at tú ókeypis hevur atgongd til at ringja til almennu alarmtænastuna 112.
 

D at boða tær frá í góðari tíð, um avgerð verður tikin um at broyta títt telefonnummar av tøkniligum ella rakstrarligum ávum. 
Skyldur hjá tær:

  1. geva rættar upplýsingar til ver í sambandi við stovning ella broyting av haldi.
  2. gjalda fyri tær tænastur, sum ver veitir í samsvari við gjaldstreytirnar. Gjaldsskyldan fevnir eisini um, at onnur hava nýtt tænastuna, herundir óviðkomandi, uttan so at óviðkomandi nýtslan er gjørd møgulig av ósketni hjá ver.
  3. at stovna trygd, um ver krevur slíka.
  4. lata vera við at nýta haldið sum vinnuligt hald
  5. at geva ver ella Føroya Tele atgongd til á innleggingarstaðnum at leita eftir og bøta um brek, sum ver metir eru við útgerðini, og sum ger ella kann gera ólag í fjarskiftiskervið og tænastuna hjá ver og/ella Føroya Tele.
  6. at bróta av sambandið millum fjarskiftiskervið hjá Føroya Tele og innanhýsis kervið, um hetta gevur ólag ella er til bága fyri fjarskiftiskervið hjá Føroya Tele.
  7. at mótmæla kvittan í seinasta lagi 5 gerandisdagar eftir móttøku av sms-kvittan, um tú metir, at okkurt er skeivt við kvittanini.
  8. at tryggja, at neyðug loyvi eru fingin til nýtslu av upphavsrættavardum verkum, m.a. í samband við download og/ella útbreiðslu. Tað liggur á tær at lata vera við:
  9. at gera nakað inntriv í innleggingina og útgerðina hjá ver og/ella Føroya Tele.
  10. at knýta ólógligan fjarskiftisútbúnað í kervisendan.
  11. at nýta sambandið til fjarskiftiskervið hjá ver /Føroya Tele á ein slíkan hátt, at tað elvir til skaða ella órógv á fjarskiftiskervið.
  12. at nýta tænastuna til at gera ónáðir, ella til særandi, ósiðilig ella ólóglig ørindi. 
     

5. Útgerð
Øll vanlig útgerð, ið lýkur myndugleikakrøv t.d. CE-merking, kann nýtast. Gev gætur, at elvur útgerð, sum ikki er góðkend, til órógv á fjarskiftiskervinum, kanst tú verða kravd/ur eftir endurgjaldi. Nýtsla av tænastunum hjá ver er treytað av, at útgerðin stuðlar undir neyðugu tøknina, og at tænastan er rætt uppsett á útgerðini. 
 

6. Talgild sjálvavgreiðsla
Tá tú fyrstu ferð stovnar kontu hjá ver, stovnar tú teg eisini sum kontueigara á talgildu sjálvgreiðsluni á heimasíðuni www.ver.fo. Sjálvgreiðslan gevur atgongd til t.d. hesar møguleikar: - Síggj tína nýtslu - Síggj tínar rokningar - Skift SIM-kort og síggj PIN- og PUK-kotu - Broyt/rætta perónligar upplýsingar - Keyp/broyt hald og tænastur. Sum kontueigari kanst tú geva fyrisitingarrættindi til kontuna til annan persón, ið síðani m.a. fær rætt til at keypa ella broyta hald, ið eru knýtt at kontuni. Sum kontueigari ábyrdast tú fyri øll keyp ella broytingar, ið fyrisitarin fremur á kontuni.
Gloymir tú upprunaliga loyniorðið til sjálvgreiðsluna, kann ver senda nýtt loyniorð um teldupost til avtalaðu teldupostabústaðin hjá tær. Keypir tú tænastur umvegis sjálvgreiðsluna, sendir ver eina SMS-kvittan uppá keypið, eins og tú sært kvittanina í sjálvgreiðsluni.
 

7. Prísir
kann hækka prísirnar á tænastunum við í minsta lagi 1 mánað varningi. Fráboðan um príshækking verður kunngjørd tær annaðhvørt um teldupost ella í føroyskum fjølmiðlum. Príslækkingar kunnu setast í verk uttan fráboðan. Ver kann umvegis teldupost ella sms senda tær uppskot til broytan av haldi ella tænastum grundað á tína nýtslu.  
 

8. Gjaldstreytir
Hesar gjaldstreytir eru galdandi fyri allar tænastur, ver veitir tær. Tað er ein fortreyt fyri keyp av tænastum frá ver, at tú hevur eina gjaldsavtalu við tilhoyrandi kredit- ella gjaldkorti, sum kann nýtast til gjald til ver um internetið ella annan gjaldsmiðil, ið ver samstarvar við. Ver hevur rætt til at krevja hóskandi depositum við bíleggingina ella seinni.
 

8.1 Trygd
Gjaldkortupplýsingar verða handfarnar í einum tryggum umhvørvi. Gjaldkortupplýsingar eru ikki í varðveitslu hjá ver, men hjá Nets. Gjaldkortavtalan kann bert nýtast av ver.

8.2 Mánaðargjald
Fyri at hava hald hjá ver er ein fortreyt, at tú teknar eina regluliga áfylling við at tekna eina gjaldsavtalu við gjaldkorti, soleiðis at gjaldið fyri títt ver-hald sjálvvirkandi verður trekt av gjaldkortinum hvønn mánað.
Leypandi mánaðarlig gjøld fyri títt/tíni ver-hald verða tá rindað frammanundan av gjaldskortinum hjá tær til ver. Hevur tú fleiri hald hjá ver, verða flytingarnar gjørdar fyri hvørt haldið sær. Verða fleiri hald knýtt saman, verður ein flyting gjørd fyri haldini, ið eru knýtt saman ella á annan hátt sum ver ger av. Miðað verður ímóti, at sjálvvirkandi flytingin verður flutt tann 1. í hvørjum mánaði. Mánaðarligu gjøldini síggjast inni á sjálvgreiðsluni.
 

8.3 Ólag á gjaldsavtaluni
Um áfyllingin (reglulig, manuel ella sjálvvirkandi) ikki kann gerast orsakað av viðurskiftum hjá tær, t.d. um gjaldskortið er sperrað ella útgingið, verða boð send á skrásetta teldupostbústaðin og møguliga sum sms-boð. Ver tilskilar sær í slíkum førum rætt at krevja eitt ómaksgjald. Ver sendir kunnandi teldupost til skrásetta teldupostbústaðin, um staðfest verður, at tað ikki ber til at flyta avtalað gjøld av tínum gjaldkorti. Ber ikki til at flyta peningin innan nærri ásett dagatal, kann ver steingja fyri haldinum. Haldið kann tá gerast virkið aftur við at rinda eftirstøðuna inni á sjálvgreiðsluni. Regluliga gjaldið fyri ver-haldið kann bert uppsigast við, at ver-haldið samstundis verður uppsagt. Ver-haldið kann uppsigast við at ringja til ver ella skriva til ver@ver.fo. 
Verður einki rindað á haldið í 180 dagar, gerst haldið óvirkið, og nummarið fellur aftur til ver. Møguligur peningur verður ikki útgoldin og møgulig skuld verður mótroknað í møguligum innistandandi á ver kontuni.
 

9. Mishald og rættarvirknaður
Misheldur annar parturin skyldur sínar munandi, hevur hin parturin rætt til at gera teir í hesi grein nevndu rættarvirknaðir galdandi. Sum dømi um munandi mishald verður nevnt, at tú ikki heldur skyldur tínar sum tilskilað í pkt 4.

Tá ið ver misheldur munandi, hevur tú rætt at krevja:
a) At brek verður bøtt: Ver hevur skyldu til skjótast til ber at seta tiltøk í verk til tess at bøta brek við tænastuni.
b) Lutfalsligan avsláttur: Tú kanst krevja avsláttur fyri ein lutfalsligan part av haldaragjaldinum fyri ta tíðina, tænastan hevur verið slitin ella munandi órógvað, tó bert um ólagið hevur vart í minst 2 samdøgur.
c) Endurgjald: Endurgjaldsábyrgd er eftir vanligum rættarreglum, tó við hesum avmarkingum: Ver ábyrgist ikki fyri tap, sum er orsakað av sliti, órógvi ella broytingum í fjarskiftiskervi ella -tænastu í sambandi við tiltøk, sum metast neyðug av tøkniligum, viðlíkahaldsligum og rakstrarligum ávum ella er álagt av Fjarskiftiseftirlitinum, uttan so at ver hevur latið vera við at avmarka avleiðingarnar. Ver ábyrgist ikki fyri óbeinleiðis tapi, herundir fyri mistum vinningi, framleiðslutapi, tapi, sum stendst av, at tú missir møguleikan fyri sáttmálagerð við triðjamann, ella at ein sáttmáli dettur burtur ella verður mishildin, uttan so at mishald hjá ver er tilætlað.
d) Slit av haldinum: Tú hevur rætt til at krevja haldið slitið, um ver misheldur sínar skyldur munandi. 
 

Tá ið tú misheldur munandi, hevur ver rætt til at krevja, at tænastan verður stongd.
1. Tá gjaldstreytirnar eru mishildnar, kann ver steingja hald og tilhoyrandi tænastur.

  • a) fyri útgangandi samskifti, um tú t.d. ikki hevur dekning á kontu til rindan fyri tænastuna, hóast áminning er send til skrásetta teldupostbústaðin. Hetta kann gerast 1. dagin eftir gjaldkomudag.
  • b) fyri allari nýtslu, um tú t.d. ikki hevur dekning á kontu til rindan fyri tænastuna, hóast áminning er send til skrásetta teldupostabústaðin. Hetta kann gerast 3. dagin eftir gjaldkomudagin.

Áminning skal serskilt boða frá, at stongt verður ein ávísan dag annaðhvørt fyri útgangandi ella inngangandi samskifti ella báðar vegir, um tú ikki innan ávísa freist hevur tryggjað, at gjaldsavtalan er virkin. Hevur tú ikki tryggjað, at gjaldsavtalan er virkin, kanst tú koma í avmarkaða skuld til ver, av tí at áfyllingin hendir, áðrenn keypsupphæddin verður flutt av gjaldskortinum. Slík skuld verður at rinda til ver beinanvegin. Hevur tú ikki tryggjað, at gjaldsavtalan er virkin, hóast áminning er send, kann ver steingja ikki bert ta tænastu, sum er mishildin, men allar aðrar tænastur, sum verða veittar tær, um áminning er send, har serskilt verður sagt frá, at stongt verður fyri øllum tænastum ein ávísan dag, um tú ikki innan ávísa freist hevur syrgt fyri at rinda fyri tænastuna.

2. Í øðrum føri enn tá gjaldstreytirnar eru mishildnar: Misheldur tú munandi skyldur tínar ásettar í § 4 I -XII, hevur ver rætt til at steingja samskiftið. Áðrenn stongt verður eftir hesi reglu, skalt tú hava skrivliga fráboðan á teldupostbústaðin, og tú skalt hava havt høvi til at gera viðmerkingar um viðurskiftini. Fráboðanin skal upplýsa um orsøkina og áseta neyva freist fyri, nær mishaldið skal vera rættað. Er tað neyðugt av trygdarávum fyri fjarskiftiskervið, kann ver steingja, sjálvt um fráboðan ikki er send frammanundan. Í slíkum førum boðar ver tær frá steingingini beinanvegin aftaná, at stongt er. Steinging fyri út- ella inngangandi samskifti hevur ikki við sær nakran avsláttur í haldaragjaldinum. Ver letur stongda sambandið uppaftur skjótast til ber, tá tú hevur rættað fyri teg, herundir goldið fyri tænastuna. Í hesum sambandi hevur ver rætt til at krevja eitt eykagjald. Støddin á eykagjaldinum finst í listaprísunum hjá ver.
3. Slit av haldinum. Ver hevur rætt til at slíta haldið, um tú hevur mishildið skyldur tínar munandi. Slitið verður um mánaðarskiftið, tá frammanundan goldna haldaragjaldið gongur út. 
 

10. Uppsøgn og broytingar
 

10.1 Uppsøgn av avtaluni:
Rættur tín at siga upp: Tú kanst siga avtaluna upp í seinasta lagi tann 20. í einum mánaði, soleiðis at haldið steingist komandi mánaðarskiftið. Tó rinda nýggir kundar og talutíðar kundar, ið flyta til størri hald í minsta lagi fyri verandi mánað umframt mánaðin eftir. Verður avtala søgd upp, verður møgulig restsalda rindað tær eftir umbøn og móti rindan av ómaksgjaldi, tó ikki tá talan er um ver talutíðar tænastuna. Um haldið skal flytast til annan veitara, tilskilar ver sær rætt at krevja ómaksgjald fyri sítt arbeiði í hesum sambandi. Uppsøgnin skal sendast sum teldupostur til ver@ver.fo.

10.2 Broyting av haldi:
Verður hald uppstigað, fært tú beinanvegin atgongd til innihaldið í nýggja haldinum, og tú rindar í minsta lagi fyri verandi mánað umframt mánaðin eftir, áðrenn haldið kann niðurstigast aftur. Tá tú uppstigar hald ella keypir ískoytistænastu, rindar tú munin upp til næsta haldið ella fult gjald fyri ískoytistænastuna, sama nær í mánaðinum tú fremur broytingina. Verður hald niðurstigað, verður haldið broytt komandi mánaðarskifti. Tú kanst broyta haldið í sjálvgreiðsluni. Í serligum førum kann kundatænastan hjá ver gera broytingina fyri teg. Broytingin skal tá vera okkum í hendi skrivliga í seinasta lagi 3 arbeiðsdagar áðrenn síðsta dag í einum mánaði, fyri at broytingin skal kunna taka við fyri mánaðin eftir.
Um tað gerst neyðugt fyri ver av fíggjarligum áðum ella vegna misnýtslu, tilskilar ver sær rætt til at áseta hámark fyri nýtslu á hald og tænastur hjá ver.
Um tú av misgáum keypir skeivt frá ver, hevur tú 14 daga iðranarrætt at fáa hetta broytt, móti at bert møguligur meirkostnaður verður rindaður og einki brúk hevur verið á. Iðranarrætturin er tó ikki galdandi í mun til talutíðar tænastuna.
 

10.3 Rætturin hjá ver at siga upp:
Undir vanligum umstøðum hevur ver ikki rætt til at siga avtaluna upp. Ger ver av sum heild at gevast við at bjóða ávísa tænastu, kann avtalan sigast upp við 90 daga varningi.
 

10.4 Broytingar av avtaluni:
Ver hevur rætt til at gera broytingar í viðskiftatreytunum uttan fráboðan, um broytingin burturav er til frama fyri teg. Aðrar broytingar í viðskiftatreytunum hevur ver rætt til at fremja við 30 daga varningi. 
 

10.5 Nummarflyting til annan veitara:
Ynskir tú at flyta títt fartelefonhald til annan veitara, skalt tú seta teg í samband við nýggja veitaran og biðja um nummarflyting. Vit avgreiða nummarflytingina uttan kostnað fyri teg seinast við arbeiðslok arbeiðsdagin eftir, at nummarflytingin er umbiðin av nýggja veitaranum.
Nummarflytingin verður framd hóast møguligt bindingstíðarskeið ella uppsagnartíð á verandi fartelefonhaldi. Gev gætur, at tú tó ikki av hesi orsøk verður loystur frá møguligum skyldum, sum longu eru avtalaðar í mun til verandi hald, undir hesum at rinda fyri eitt møguligt bindingstíðarskeið ella í eini uppsagnartíð.
Um nummarflytingin gongur fyri seg seinni enn lovað omanfyri, ella feilir henda, ið eru til munandi ampa fyri teg, kanst tú seta teg í samband við nýggja veitaran og krevja endurgjald upp á kr. 500 og í serliga tyngjandi førum kr. 1.000. Krav um endurgjald skal setast fram í seinasta lagi 1 mánað eftir hendingina, ið heimilar endurgjaldið. Seinasta freist at útgjalda heimilað endurgjaldskrav er 2 mánaðir eftir móttøku av endurgjaldskravinum.
Nummarflyting verður ikki framd, um serligar umstøður gera seg galdandi, td.:

  • um tú hevur ógoldna skuld á fartelefonhaldinum, ið er fallin til gjaldingar,
  • um haldið frammanundan er ógildað vegna mishald,
  • um fartelefonnummarið hoyrir til ein nummarblokk ella aðra størri avtalu.

Nummarflyting fyri fartelefonnummar, ið hoyrir til ein nummarblokk, kann tó fremjast, um allur nummarblokkurin verður fluttur til annan veitara undir einum.

11. Force majeure
Ver er leyst av skyldum sínum, um tænasta er slitin ella órógvað orsakað av viðurskiftum, sum ver ikki hevði nakra ávirkan á, harí men ikki avmarkað til torusláttur, ódnarveður, vatnflóð, eldsbruna, kríggj, verkfall og verkbann, harí eisini verkfall og verkbann, ið raka starvsfólkini hjá Føroya Tele/ver. 
 

12. Trætumál
Stingur trætumál seg upp millum partarnar um viðurskifti í sambandi við hald, kanst tú skrivliga mótmæla til ver. Freistin fyri mótmæli er 3 mánaðir frá tí degi, tú vart ella átti at verið kunnug/ur við tey viðurskifti, mótmælt verður um. Ver tekur undir vanligum umstøðum avgerð í málinum í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at mótmæli er móttikið. Avgerðir hjá ver í slíkum trætumálum kunnu kærast inn fyri Fjarskiftiseftirlitið í teimum førum, tá Fjarskiftiseftirlitið hevur heimild at taka avgerðir. Eisini hava partarnir rætt til at leggja málið fyri Føroya Rætt til avgerðar. 
 

13. Reiking – nýtsla uttanlands
Fartelefontænastan kann nýtast í teimum londum og hjá útlendsku fjarskiftisveitarunum, sum ver hevur avtalu við. Ver kann ikki ábyrgdast fyri dekning, dygd, trygd og útboði av tænastum á teimum útlendsku fjarskiftiskervunum.
Avrokning av reiking kann verða upp í 30 dagar seinkað, og hevur ver tá rætt at trekkja pening av gjaldskortinum, um tað ikki er tøkur peningur á ver-kontuni.
 

14. Gildiskoma
Hesar viðskiftatreytir fáa gildi frá 1. november 2017. Møguligar seinni broytingar í ver viðskiftatreytunum eru at finna á heimasíðuni hjá ver, www.ver.fo undir síðuni Um ver.







80 80 80