ver viðskiftatreytir - galdandi til 1. november 2017  

 

Avtalan

Hesar viðskiftatreytir (hereftir ver-viðskiftatreytir) eru galdandi fyri avtalur um hald v.m. gjørdar um veitan og rakstur av øllum tele- og dátutænastum (hereftir tænastur) millum teg sum kunda, og ver, sum er ein sjálvstøðug tænastueind hjá Føroya Tele.

Umframt ver-viðskiftatreytirnar kunnu sertreytir ásetast fyri tær einstøku tænasturnar. Um so er, at ósamsvar er millum sertreytirnar og ver-viðskiftatreytirnar, eru sertreytirnar galdandi fram um ver-viðskiftatreytirnar.

Hvør myndigur persónur, ið er fyltur 18 ár, og hvør løgfrøðiligur persónur kann sum kundi stovna hald. Tú hevur, sum kundi, skyldu til at halda ver-viðskiftatreytirnar.

Tú heftir fyri gjaldi av øllum veitingum, sum verða veittar í samband við avtaluna, eisini í teimum førum, har tú hevur loyvt øðrum at brúka haldið/tænasturnar.

 

1.1 Talgilt samskifti

Tað er ein fortreyt fyri stovnan av haldi, at tú hevur eina teldupostadressu. Um teknisk ella onnur viðurskifti broytast, kann ver krevja at eisini aðrar fortreytir skulu verða til staðar fyri, at tú kanst stovna hald.

Boð frá ver viðvíkjandi avtaluni verða send sum teldupostur til teldupostadressuna, sum tú hevur upplýst. Boðini kunnu t.d. umfata ordraváttanir, kunning um avtalur, herundir fráboðanir um broyting í prísum og treytum.Tú fært sostatt ikki boðini sum vanligt bræv.

Boð, sum tú fært um teldupost til avtalaðu teldupostadressuna, hava sama løgfrøðiliga virknað, sum vórðu tey móttikin sum vanligt bræv.

Tú hevur tí skyldu til at kanna eftir so hvørt, um boð eru frá ver á avtalaðu teldupostadressuni.

Um tú broytir teldupostadressu, skalt tú beinanvegin geva ver boð um hetta um sjálvgreiðsluna, Mítt ver, á www.ver.fo. Ber ikki til hjá ver at senda boð til avtalaðu teldupostadressuna, tilskilar ver sær rætt til at krevja eitt avgreiðslugjald at senda boðini sum vanligt bræv til tín.

 

1.2 Skráseting og rætting av bústaðarupplýsingum

Ert tú privatkundi, skalt tú, tá avtala verður gjørd, upplýsa ver um navn, føðidato, bústað og teldupostadressu.

Er kundin ein løgfrøðiligur persónur/virki, skal kundin, tá avtala verður gjørd, upplýsa ver um navn, V-tal, bústað, virkisslag og teldupostadressu.

Tú skalt, um ver metir tað neyðugt, prógva rættleikan í upplýsingunum. ver kann tí krevja løgváttan við mynd um neyðugt.

Upplýsingarnar eru síðan grundarlag undir avtaluni, inntil broytingar verða fráboðaðar.

ver tilskilar sær rætt at kunna nýta kundaupplýsingarnar tvørtur um tænastueindirnar hjá Føroya Tele P/F og hjá øllum feløgum í Føroya Tele P/f samtakinum fyri at tryggja rættar upplýsingar á øllum tænastueindum knýttar at Føroya Tele P/F. Kundaupplýsingar verða tó ikki veittar øðrum uttan lógartryggjað endamál.  

 

2. Stovning

Hald av tænastu verður bílagt á heimasíðuni hjá ver, www.ver.fo, ella á annan hátt, sum ver ger av. Við bíleggingini verður m.a. skilað til, hvørja tænastu bíleggingin fevnir um, herundir hald av eykatænastum v.m..

Er tú sum kundi í eftirstøðu hjá ver við øðrum haldi, skal gamla skuldin rindast, áðrenn nýtt hald verður stovnað.

Við stovning rindar tú eitt lutfalsligt gjald av mánaðargjaldinum av tí haldi, tú hevur valt. Lutfallið verður roknað sum x/y, har x er dagatalið, sum er eftir í mánaðinum, meðan y er dagatalið í mánaðinum.  

 

3. Avhending av haldi

Tú kanst bert avhenda haldið til annan, um ver gevur sítt samtykki til tess.

ver kann sum treyt fyri avhendingina krevja, at tú og nýggi kundin skrivliga vátta avhendingina.

ver hevur rætt til at krevja eykagjald í sambandi við avhending. Støddin á eykagjaldinum finst í listaprísunum hjá ver.  

 

4. Skyldur partanna

Skyldur hjá ver:

A: at veita tænastu á dygdarliga høgum stigi. Kravið til dygd fevnir m.a. um:

1. stutta útveganartíð, tá bílagt verður,

2. stutta tíð at fáa samband,

3. fáar miseydnaðar royndir at knýta samband,

4. góð hoyri- og flutningslíkindi,

5. fá brek við tænastuni,

6. skjótleika at bøta brek á egnari útgerð, anleggi,

7. neyva skuldskriving av gjøldum fyri veittar tænastur.

B: at syrgja fyri, at yvirlit yvir nummarið hjá tær kemur í telefonbók og/ella í aðra teldutøka skrá. Tú verður upptikin ókeypis í yvirlitið við navni, starvi/bústaði og telefonnummari, uttan so at tú boðar frá, at tú ikki ynskir hesa tænastu.

Móti samsýning kanst tú eisini fáa aðrar upplýsingar í bókina, so sum teldupostadressu, heimasíðu v.m. Yvirlitið er eisini tøkt á heimasíðuni www.nummar.fo hjá Føroya Tele.

C: at tryggja, at tú ókeypis hevur atgongd til at ringja til almennu alarmtænastuna 112.

E: at boða tær frá í góðari tíð, um avgerð verður tikin um at broyta títt telefonnummar av tøkniligum ella rakstrarligum ávum.  

 

Skyldur hjá tær:

I: at geva rættar upplýsingar til ver í sambandi við stovning ella broyting av haldi.

II: at gjalda fyri tær tænastur, sum ver veitir í samsvari við gjaldstreytirnar. Gjaldsskyldan fevnir eisini um, at onnur hava nýtt tænastuna, herundir óviðkomandi, uttan so at óviðkomandi nýtslan er gjørd møgulig av ósketni hjá ver.

III: at stovna trygd, um ver krevur slíka.

IV: at geva ver ella Føroya Tele atgongd til á innleggingarstaðnum at leita eftir og bøta um brek, sum ver metir eru við útgerðini, og sum ger ella kann gera ólag í fjarskiftiskervið og tænastuna hjá ver og/ella Føroya Tele.

V: at bróta av sambandið millum fjarskiftiskervið hjá Føroya Tele og innanhýsis kervið, um hetta gevur ólag ella er til bága fyri fjarskiftiskervið hjá Føroya Tele.

VI: at mótmæla kvittan í seinasta lagi 5 gerandisdagar eftir móttøku av sms-kvittan, um tú metir, at okkurt er skeivt við kvittanini.

VII: at tryggja, at neyðug loyvi eru fingin til nýtslu av upphavsrættavardum verkum, m.a. í samband við download og/ella útbreiðslu.  

 

Tað liggur á tær at lata vera við:

VIII: at gera nakað inntriv í innleggingina og útgerðina hjá ver og/ella Føroya Tele.

IX: at knýta ólógligan fjarskiftisútbúnað í kervisendan.

X: at nýta sambandið til fjarskiftiskervið hjá ver /Føroya Tele á ein slíkan hátt, at tað elvir til skaða ella órógv á fjarskiftiskervið.

XI: at nýta tænastuna til at gera ónáðir, ella til særandi, ósiðilig ella ólóglig ørindi.  

 

5. Útgerð

Øll vanlig útgerð, ið lýkur myndugleikakrøv t.d. CE-merking, kann nýtast. Gev gætur, at elvur útgerð, sum ikki er góðkend, til órógv á fjarskiftiskervinum, kanst tú verða kravd/ur eftir endurgjaldi. Nýtsla av tænastunum hjá ver er treytað av, at útgerðin stuðlar undir neyðugu tøknina, og at tænastan er rætt uppsett á útgerðini.  

 

6. Talgild sjálvavgreiðsla,

Mítt ver Tá tú stovnar hald hjá ver er neyðugt, at stovna teg sum brúkara á talgildu sjálvgreiðsluni, Mítt ver, á heimasíðuni www.ver.fo. Mítt ver gevur atgongd til t.d. hesar møguleikar: - Síggj tína nýtslu - Síggj tínar rokningar - Skift sim-kort og síggj puk- og pin-kodu - Broyt/rætta perónligar upplýsingar - Keyp/ broyt hald og tænastur Gloymir tú upprunaliga loyniorðið til Mítt ver, kann ver senda nýtt loyniorð um teldupost til avtalaðu teldupostadressuna hjá tær. Keypir tú tænastur umvegis Mítt ver, sendir ver eina SMS-kvittan uppá keypið, eins og tú sært kvittanina á Mínar gjaldinar á Mítt ver.  

 

7. Prísir

Upplýsingar um teir til einhvørja tíð galdandi listaprísir fyri tænasturnar hjá ver finnast á heimasíðuni www.ver.fo. ver kann hækka prísirnar á tænastunum við í minsta lagi 1 mánað varningi. Fráboðan um príshækking verður kunngjørd tær annaðhvørt um teldupost ella í føroyskum fjølmiðlum. Príslækkingar kunnu setast í verk uttan fráboðan. ver kann umvegis teldupost ella sms, senda tær uppskot til broytan av haldi ella tænastum grundað á tína nýtslu.  

 

8. Gjaldstreytir

Hesar gjaldstreytir eru galdandi fyri allar tænastur, ver veitir tær. Tað er ein fortreyt fyri keyp av tænastum frá ver, at tú hevur eitt kredit- ella gjaldkort, sum kann nýtast til gjald til ver um internetið ella annan gjaldsmiðil, ið ver samstarvar við.

8.1 Trygd

Gjaldkortupplýsingar verða handfarnar í einum tryggum umhvørvi. Gjaldkortupplýsingar eru ikki í varðveitslu hjá ver, men hjá Nets. Gjaldkortavtalan kann bert nýtast av ver.

8.2 Reglulig áfylling

Fyri at hava hald hjá ver er ein fortreyt, at tú teknar eina regluliga áfylling við at tekna eina gjaldsavtalu við gjaldkorti. Leypandi mánaðarlig gjøld fyri títt/ tíni ver-hald verða tá rindaði frammanundan av gjaldskortinum hjá tær til ver. Hevur tú fleiri hald hjá ver, verða flytingarnar gjørdar fyri hvørt haldið sær. Miðað verður ímóti, at sjálvvirkandi flytingin verður flutt tann 1. í hvørjum mánaði. Mánaðarligu gjøldini síggjast inni á sjálvgreiðsluni undir Mínar gjaldingar.

8.3 Ólag á gjaldsavtaluni

Um áfyllingin (reglulig, manuel ella sjákvvirkandi) ikki kann gerast orsakað av viðurskiftum hjá tær, t.d. um gjaldskortið er sperrað ella útgingið, verða boð send á skrásettu teldupostadressuna og møguliga sum sms-boð. ver tilskilar sær í slíkum førum rætt at krevja eitt ómaksgjald. ver sendir kunnandi teldupost til skrásettu teldupostadressuna, um staðfest verður, at tað ikki ber til at flyta avtalað gjøld av tínum gjaldkorti. Ber ikki til at flyta peningin innan nærri ásett dagatal, kann ver steingja fyri haldinum. Haldið kann tá gerast virkið aftur við at rinda eftirstøðuna inni á sjálvgreiðsluni. Regluliga gjaldið fyri ver-haldið kann bert uppsigast við, at ver-haldið samstundis verður uppsagt. ver-haldið kann uppsigast við at ringja til ver ella skriva til ver@ver.fo.  

 

9. Mishald og rættarvirknaður

Misheldur annar parturin skyldur sínar munandi, hevur hin parturin rætt til at gera teir í hesi grein nevndu rættarvirknaðir galdandi. Sum dømi um munandi mishald verður nevnt, at tú ikki heldur skyldur tínar sum tilskilað í pkt 4.

Tá ið ver misheldur munandi, hevur tú rætt at krevja:

a) At brek verður bøtt: ver hevur skyldu til skjótast til ber at seta tiltøk í verk til tess at bøta brek við tænastuni.

b) Lutfalsligan avsláttur: Tú kanst krevja avsláttur fyri ein lutfalsligan part av haldaragjaldinum fyri ta tíðina, tænastan hevur verið slitin ella munandi órógvað, tó bert um ólagið hevur vart í minst 2 samdøgur.

c) Endurgjald: Endurgjaldsábyrgd er eftir vanligum rættarreglum, tó við hesum avmarkingum: ver ábyrgist ikki fyri tap, sum er orsakað av sliti, órógvi ella broytingum í fjarskiftiskervi ella -tænastu í sambandi við tiltøk, sum metast neyðug av tøkniligum, viðlíkahaldsligum og rakstrarligum ávum ella er álagt av Fjarskiftiseftirlitinum, uttan so at ver hevur latið vera við at avmarka avleiðingarnar. ver ábyrgist ikki fyri óbeinleiðis tapi, herundir fyri mistum vinningi, framleiðslutapi, tapi, sum stendst av, at tú missir møguleikan fyri sáttmálagerð við triðjamann, ella at ein sáttmáli dettur burtur ella verður mishildin, uttan so at mishald hjá ver er tilætlað.

d) Slit av haldinum: Tú hevur rætt til at krevja haldið slitið, um ver misheldur sínar skyldur munandi.  

Tá ið tú misheldur munandi, hevur ver rætt til at krevja, at tænastan verður stongd:

1. Tá gjaldstreytirnar eru mishildnar, kann ver steingja telefonina

a) fyri útgangandi samskifti, um tú t.d. ikki hevur dekning á kontu til rindan fyri tænastuna, hóast áminning er send til skrásettu teldupostadressuna. Hetta kann gerast 1. dagin eftir gjaldkomudag.

b) fyri allari nýtslu, um tú t.d. ikki hevur dekning á kontu til rindan fyri tænastuna, hóast áminning er send til skrásettu teldupostadressuna. Hetta kann gerast 3. dagin eftir gjaldkomudagin.

Áminning skal serskilt boða frá, at stongt verður ein ávísan dag annaðhvørt fyri útgangandi ella inngangandi samskifti ella báðar vegir, um tú ikki innan ávísa freist hevur tryggjað, at gjaldsavtalan er virkin. Hevur tú ikki tryggjað, at gjaldsavtalan er virkin, kanst tú koma í avmarkaða skuld til ver, av tí at áfyllingin hendir, áðrenn keypsupphæddin verður flutt av gjaldskortinum. Slík skuld verður at rinda til ver beinanvegin. Hevur tú ikki tryggjað, at gjaldsavtalan er virkin, hóast áminning er send, kann ver steingja ikki bert ta tænastu, sum er mishildin, men allar aðrar tænastur, sum verða veittar tær, um áminning er send, har serskilt verður sagt frá, at stongt verður fyri øllum tænastum ein ávísan dag, um tú ikki innan ávísa freist hevur syrgt fyri at rinda fyri tænastuna.

2. Í øðrum føri enn tá gjaldstreytirnar eru mishildnar: Misheldur tú munandi skyldur tínar ásettar í § 4 I -X, hevur ver rætt til at steingja samskiftið. Áðrenn stongt verður eftir hesi reglu, skalt tú hava skrivliga fráboðan á teldupostadressuna, og tú skalt hava havt høvi til at gera viðmerkingar um viðurskiftini. Fráboðanin skal upplýsa um orsøkina og áseta neyva freist fyri, nær mishaldið skal vera rættað. Er tað neyðugt av trygdarávum fyri fjarskiftiskervið, kann ver steingja, sjálvt um fráboðan ikki er send frammanundan. Í slíkum førum boðar ver tær frá steingingini beinanvegin aftaná, at stongt er. Steinging fyri út- ella inngangandi samskifti hevur ikki við sær nakran avsláttur í haldaragjaldinum. ver letur stongda sambandið uppaftur skjótast til ber, tá tú hevur rættað fyri teg, herundir goldið fyri tænastuna. Í hesum sambandi hevur ver rætt til at krevja eitt eykagjald. Støddin á eykagjaldinum finst í listaprísunum hjá ver.

3. Slit av haldinum ver hevur rætt til at slíta haldið, um tú hevur mishildið skyldur tínar munandi. Slitið verður um mánaðarskiftið, tá frammanundan goldna haldaragjaldið gongur út.  

 

10. Uppsøgn og broytingar

10.1 Uppsøgn av avtaluni:

Rættur tín at siga upp: Tú kanst siga avtaluna upp í seinasta lagi tann 20. í einum mánaði, soleiðis at haldið steingist komandi mánarskiftið. Verður avtala søgd upp, verður møgulig restsalda rindað tær eftir umbøn og móti rindan av ómaksgjaldi. Um haldið skal flytast til annan veitara, tilskilar ver sær rætt at krevja ómaksgjald fyri sítt arbeiði í hesum sambandi. Uppsøgnin skal sendast sum teldupostur til ver@ver.fo.

10.2 Broyting av haldi:

Verður hald uppstígað, fært tú beinavegin atgongd til innihaldið í nýggja haldinum. Tá tú uppstigar hald, rindar tú eitt lutfalsligt gjald av mánaðargjaldinum av tí haldi, tú hevur valt. Lutfallið verður roknað sum x/y, har x er dagatalið, sum er eftir í mánaðinum, meðan y er dagatalið í mánaðinum. Verður hald niðurstigað, verður haldið broytt komandi mánaðarskifti.

10.3 Rætturin hjá ver at siga upp:

Undir vanligum umstøðum hevur ver ikki rætt til at siga avtaluna upp. Ger ver av sum heild at gevast við at bjóða ávísa tænastu, kann avtalan sigast upp við 90 daga varningi.

10.4 Broytingar av avtaluni:

ver hevur rætt til at gera broytingar í viðskiftatreytunum uttan fráboðan, um broytingin burturav er til frama fyri teg. Aðrar broytingar í viðskiftatreytunum, hevur ver rætt til at fremja við 30 daga varningi.  

10.5 Nummerflytning til annan veitara:

Ynskir tú at flyta títt fartelefonhald til annan veitara, skalt tú seta teg í samband við nýggja veitaran og biðja um nummarflyting. Vit avgreiða nummarflytingina uttan kostnað fyri teg seinast við arbeiðslok arbeiðsdagin eftir, at nummarflytingin er umbiðin av nýggja veitaranum.

Nummarflytingin verður framd hóast møguligt bindingstíðarskeið ella uppsagnartíð á verandi fartelefonhaldi. Gev gætur, at tú tó ikki av hesi orsøk verður loystur frá møguligum skyldum, sum longu eru avtalaðar í mun til verandi hald, undir hesum at rinda fyri eitt møguligt bindingstíðarskeið ella í eini uppsagnartíð.

Um nummarflytingin gongur fyri seg seinni enn lovað omanfyri, ella feilir henda, ið eru til munandi ampa fyri teg, kanst tú seta teg í samband við nýggja veitaran og krevja endurgjald upp á kr. 500 og í serliga tyngjandi førum kr. 1.000. Krav um endurgjald skal setast fram í seinasta lagi 1 mánaða eftir hendingina, ið heimilar endurgjaldið. Seinasta freist at útgjalda heimilað endurgjaldskrav er 2 mánaðir eftir móttøku av endurgjaldskravinum.

Nummarflyting verður ikki framd um serligar umstøður gera seg galdandi, td.:

  • um tú hevur ógoldna skuld á fartelefonhaldinum, ið er fallin til gjaldingar
  • um haldið frammanundan er ógildað vegna mishald
  • um fartelefonnummarið hoyrir til ein nummarblokk ella aðra størri avtalu.

Nummarflyting fyri fartelefonnummar, ið hoyrir til ein nummarblokk, kann tó fremjast, um allur nummarblokkurin verður fluttur til annan veitara undir einum.

11. Force majeure

ver er leyst av skyldum sínum, um tænasta er slitin ella órógvað orsakað av viðurskiftum, sum ver ikki hevði nakra ávirkan á, harí men ikki avmarkað til torusláttur, ódnarveður, vatnflóð, eldsbruna, kríggj, verkfall og verkbann, harí eisini verkfall og verkbann, ið raka starvsfólkini hjá Føroya Tele/ver.  

 

12. Trætumál

Stingur trætumál seg upp millum partarnar um viðurskifti í sambandi við hald, kanst tú skrivliga mótmæla til ver. Freistin fyri mótmæli er 3 mánaðir frá tí degi, tú vart ella átti at verið kunnug/ur við tey viðurskifti, mótmælt verður um. ver tekur undir vanligum umstøðum avgerð í málinum í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at mótmæli er móttikið. Avgerðir hjá ver í slíkum trætumálum kunnu kærast inn fyri Fjarskiftiseftirlitið í teimum førum, tá Fjarskiftiseftirlitið hevur heimild at taka avgerðir. Eisini hava partarnir rætt til at leggja málið fyri Føroya Rætt til avgerðar.  

 

13. Gildiskoma

Hesar viðskiftatreytir fáa gildi frá 29. apríl 2014. Møguligar seinni broytingar í ver viðskiftatreytunum eru at finna á heimasíðuni hjá ver, www.ver.fo undir síðuni Um ver.

 







80 80 80