Serviðskiftatreytir fyri fartelefonitænastur hjá ver  - galdandi til 1. november 2017  

Serviðskiftatreytir fyri fartelefonitænastur hjá ver

Henda síða greiðir frá viðskiftatreytinum hjá fartelefontænastum hjá ver galdandi frá apríl 2014.

Viðskiftatreytirnar eru sertreytir í mun til ver-viðskiftatreytirnar. Um samsvar ikki er millum hesar viðskiftatreytirnar og ver-viðskiftatreytirnar, eru tað hesar, sum eru galdandi. Har einki verður nevnt í hesum treytum, eru ver -viðskiftatreytirnar galdandi.

Viðskiftatreytirnar verða stutt listaðar upp niðanfyri og síðan útgreinaðar á eftirfylgjandi síðum:

Treytir fyri at gerast kundi

  • Fyri at gerast kundi hjá ver, skalt tú stovna títt hald á www.ver.fo.
  • Tá tú stovnar hald, fært tú atgongd til eina persónliga síðu á www.ver.fo, Mítt ver, har tú t.d. kanst gjalda, stovna gjaldsavtalu og fylgja við nýtsluni.
  • Sum kundi hjá ver skalt tú stovna eina gjaldsavtalu við ver, soleiðis at gjaldið fyri títt ver-hald sjálvvirkandi verður trekt av gjaldkortinum hvønn mánað.
  • Samskifti millum teg og ver er talgilt og umvegis teldupost. Broytir tú teldupostadressu ella bústað, mást tú beinanvegin boða ver frá hesum umvegis Mítt ver.

Gjaldstreytir

  • Haldini hjá ver eru øll goldin frammanundan. Hetta merkir, at tú skalt rinda fyri haldið og nýtslu, áðrenn tú brúkar tænastuna.
  • Tú rindar frammanundan við at stovna gjaldsavtalu við gjaldkorti, tá ið tú stovnar títt ver-hald.
  • Nýtsla av minuttum útyvir íroknaðu tímarnar, sms til útland, reiking, yvirtakseraðar tænastur v.m. verður so hvørt trekt av ver-kontuni (innan fyri 24 tímar). Nýtsla uttanlands (reiking) kann tó vera seinkað í upp til 30 dagar.
  • Ber ikki til hjá ver at trekkja gjaldið, t.d. tí gjaldkortið er stongt, kann ver steingja heilt ella partvíst fyri tænastuni.

Nýtslutreytir

  • Íroknað nýtsla er nýtsla í Føroyum til vanlig føroysk nummur, men kann eisini brúkast til heimatelefonnummur í flestu evropeiskum londum (tó í mesta lagi 20 tímar), sí ver.fo.
  • Samrøður kunnu vara upp til 60 minuttir í senn.
  • Óbrúkt íroknað nýtsla verður ikki flutt til næsta mánað.
  • Tá ið tínar ver-saldur eru um at verða tómar, senda vit tær eini sms-boð um hetta.
  • Fartelefonhaldið gevur tær møguleika at nýta datatænasturnar hjá ver. Við haldinum fylgir ávís datanøgd. Ynskist meira data, er neyðugt at keypa ein pakka við íroknaðari datamongd, sum er galdandi í 30 dagar frá áfyllingardegnum.
  • Fyri at nýta data í útlondum skal tú keypa ein datapakka til útlond.
  • Samrøður verða takseraðar fyri hvønn byrjaðan minutt. Data verður takserað pr. 10 KB, sum verða móttikin og send.
  • Nýtsla uttanlands (reiking) krevur, at tú hevur sett pening á tína ver-konto

 

Viðskiftatreytirnar verða útgreinaðar nærri niðanfyri

 

1. Haldavtalan

Avtalur um hald av fartelefontænastum frá ver verða gjørdar millum teg, sum kunda, og ver, sum er ein sjálvstøðug tænastueind hjá Føroya Tele.

Fartelefontænasturnar hjá ver umfata bæði fartelefontænastur og datatænastur. Tænasturnar hava møguleika at nýta hesa tøkni:

Fartelefontænasta generatión

Tøkni

Teoretisk hámaksferð (download)

2G

GSM

Bert tala

GPRS

54 kbit/s

EDGE

200 kbit/s

3G

UMTS/HSDPA+

Internet-ferð upp til 21 Mbit/s.

Veitt verður altíð hægst møguligu ferðina. Ferðin er treyta av hvussu nógv eru á netinum í senn, og hvussu langur avstandurin er til sendistøðini.

Eitt fartelefonhald inniheldur:

  • Samband við fartelefontænastuna, herundir atgongd til datatænastur við bæði 2G- og 3G-tøkni.
  • Møguleika at nýta fartelefontænastuna við teimum tilknýttu møguleikum, sum hoyra til haldslagið, tú hevur.

 

2. Øki við dekningi

Upplýsingar um fartelefonútbreiðslu í Føroyum síggjast á heimasíðuni www.ver.fo. Upplýsingarnar eru vegleiðandi. Tænasturnar kunnu bert nýtast, har dekningur er.

Ferðir á datasambandi eru treytaðar av 2G- ella 3G-dekningi, útgerðini, hvussu nógvir brúkarar eru á samstundis, frástøðu til støðina, um tú ert staddur innandura ella uttandura og landslagið annars. ver kann tí ikki veita vissu fyri nakrari ávísari ferð, og/ella at tú til einhvørja tíð kann gagnnýta ferðina til fulnar.

Hámarksferðin kann vera treytað av haldslagi. Um ikki annað er upplýst í sertreytum til haldið, fært tú mest møguligu ferð á datasambandinum.

 

3. Nýtsla í og úr Føroyum

Samrøður verða takseraðar fyri hvønn byrjaðan minutt. Data verður takserað fyri hvørji byrjað 10 Kbyte, ið verða send og móttikin.

Íroknaða nýtslan í haldunum kann bert nýtast í Føroyum til vanlig føroysk nummur, og eftir hvat haldslag tú hevur, kunnu upp til 20 tímar brúkast at ringja til heimatelefonir í flestu evropeisku londini. Sí ver.fo fyri nærri útgreinan, hvørji lond og nummur ringjast kann til.

Óbrúkt íroknað nýtsla verður ikki flutt til næsta mánað.

Nýtsla til útlendsk fartelefonnummur, umframt nýtsla uttanlands verður takserað eftir teimum, til einhvørja tíð galdandi listaprísunum.

 

4. Nýtsla í útlondum (reiking)

Fartelefontænastan kann nýtast í teimum londum og hjá útlendskum telefonveitarum, sum ver hevur gjørt avtalu við. Upplýsingar um í hvørjum londum og á hvørjum útlendsksum netum, tú kanst nýta ver, finnast á heimasíðuni www.ver.fo.

Íroknað nýtsla í haldinum kann ikki nýtast í útlondum.

Reikingarkostnaðir verða rindaðir bæði fyri uppkøll, sum tú móttekur, og sum tú sjálv/ur ger.

Tað ber til at nýta data hjá veitarum uttanlands, um tú hevur serligan datareikingarpakka. Sí heimasíðuna ver.fo fyri yvirlit yvir, hvørjar veitarar ver hevur avtalu við um data, og hvørjar dátareikingarpakkar tú kanst keypa. Tá pakkin er uppi, er ikki longur møguligt at nýta data, fyrr enn tú hevur keypt nýggjan pakka.

ver kann ikki ábyrgdast fyri dekning, dygd, trygd og útboði av tænastum í teimum útlendsku netunum. ver kann heldur ikki ábyrgdast fyri, hvussu útlendsku televeitararnir nýta kundadata.

Avrokning av reiking kann vera upp í 30 dagar seinkað.

 

5. Gjald

Umframt regluliga áfylling, sum er ein fortreyt fyri at hava fartelefonhald hjá ver, er møguleiki fyri at gera sjálvvirkandi gjald inn á ver-kontuna, sum m.a. verður nýtt til at smsa til útlond, útlendsk fartelefonnummur, reiking og yvirtakseraðar tænastur. Hartil er møguleiki fyri at gera manuellar áfyllingar við gjaldskorti.

5.1 Sjálvvirkandi áfylling

Sjálvvirkandi gjald kann nýtast til at flyta pening av gjaldkortinum hjá tær inn á tína ver-kontu eins og inn á tína datakonto. Sjálvvirkandi gjaldið vikar sum eitt fast gjald, ið verður trekt av gjaldkortinum, tá ver-kontan kemur niður á eina avtalaða upphædd, t.d. 20 kr., og/ella tá tína datakonto kemur niður á t.d. 15 MB.

Tá ið peningur verður fluttur av gjaldkortinum, verða boð send til tín umvegis sms, eins og tú kanst síggja kvittanina fyri keypið á ‘Mínar gjaldingar’ á ‘Mítt ver’.

Um sjálvvirkandi gjald ikki kann gerast orsakað av viðurskiftum hjá tær, t.d. um gjaldkortið er sperrað ella útgingið, verða boð send á skrásettu teldupostadressuna og møguliga sum sms-boð. ver tilskilar sær í slíkum førum rætt at krevja eitt ómaksgjald.

Tú kanst altíð broyta upphæddina, sum verður rindað sjálvvirkin á ver-kontuna og eisini gjaldkortupplýsingarnar. Tað ber altíð til at frámelda sjálvvirkandi gjald á ver-kontuna.

5.2 Manuell áfylling

Til ber, eftir tørvi, at seta pening inn á ver-kontuna í sjálvgreiðsluni. Peningurin verður fluttur av gjaldkortinum, og tú fært boð um hetta um sms og á skrásettu teldupostadressuna.

5.3 Útgjald

Verður hald broytt ella niðurlagt, og peningur er tøkur á ver-kontuni, kanst tú fáa peningin afturfluttan á gjaldkortið móti at rinda eitt avgreiðslugjald. Sí heimasíðuna hjá ver fyri kostnað.

 

6. Telefonbókupptøkur

Tú kanst fáa eina upptøku við í Telefonbókina og á nummar.fo ókeypis fyri hvørt fartelefonhald, tú hevur. Ókeypis upptøkan umfatar navn, starvsheiti ella bústað og telefonnummar.

Tú hevur ikki møguleika fyri at hava loyniligt telefonnummar.

Nummarið verður altíð upplýst í sambandi við neyðtelefonina 112, til løgreglu og aðrar telefontænastuveitarar, um hetta er neyðugt í samband við signalering.

 

7. Eykatænastur

Tú kanst velja at fáa tær eykatænastur til fartelefonhaldið. Úrvalið av eykatænastum og møguligir prísir kunnu síggjast á ver.fo.

 

8. Datatænasta

Við fartelefonhaldi frá ver kanst tú nýta datatænastur, sum geva tær atgongd til internetið. Við haldinum fylgir ávís nøgd av data. Ynskist meira data, er neyðugt at keypa ein datapakka. Datapakkar til nýtslu í Føroyum eru galdandi í 30 dagar frá áfyllingardegnum. Óbrúkt íroknað nýtsla, verður ikki flutt til næsta mánað.

Data verður avroknað fyri hvørji byrjað 10 KB bæði í Føroyum og í útlondum, sum verða send og/ella móttikin.

ver kann ikki ábyrgjast fyri upplýsingar, tú fært atgongd til um internetið. Nýtsla á internetinum kann viðføra, at útgerð ella ritbúnaður verða fongd av virus og/ella øðrum skaðiligum forritum. ver hevur tó onga ávirkan á hetta og kann tí ikki ábyrgjast fyri møguligar skaðar ella tap, sum standast av hesum.

Sí punkt 2 fyri ferðir við datasambandinum.

 

9. Frí nýtsla

Alt eftir haldslagi kann frí nýtsla vera við í mánaðarhaldinum frá ver. Verða treytirnar ikki hildnar, kann ver steingja fyri fríu nýtsluni.

9.1 Frí nýtsla av sms-boðum

Frí nýtsla av sms-boðum gevur tær rætt til at senda óavmarkað tal av sms-boðum í Føroyum til onnur vanlig føroysk fartelefonnummur.

Sms-boðini kunnu brúkast sum vanlig nýtsla millum persónar í Føroyum og til føroysk fartelefonnummur. Hetta merkir, at boðini ikki kunnu sendast úr maskinum, sendast sum ein røð av eins sms-boðum til sama móttakara, nýtast til at gera øðrum ónáðir ella brúkast til vinnuligt endamál, herundir sum marknaðarføring.

Sms-boð til útlendskan móttakara kosta ásett gjald, sum er at finna á heimasíðuni hjá ver. Sms-boð send í útlondum kosta vanligan reikingartakst, sí ver.fo.

Yvirtakserað sms-boð kosta tann til einhvørja tíð áljóðandi prís. Hetta merkir, at yvirtakseraðu sms-boðini ikki eru ókeypis hóast fría nýtslu. Verður eitthvørt keypt, sum t.d. kostar 10 kr. og verður keypt umvegis sms-boð, so eru tað bert sms-boðini, sum umbiðja innihaldið, sum eru frí. Keypið kostar í hesum føri10 kr og verður trekt av tíni ver-konto.

9.2 Frí nýtsla av minuttum

Frí nýtsla av minuttum gevur tær rætt til at ringja frítt í Føroyum til onnur vanlig føroysk heima- og fartelefonnummur í upp í 60 minuttir hvørja ferð. Tá 60 minuttir eru farnir, verður samrøðan avbrotin. Tú ert tó vælkomin at ringja uppaftur og tosa í aðrar 60 minuttir.

Upp í 20 tímar kunnu brúkast at ringja til heimatelefonir í flestu evropeisku londunum. Sí yvirlit yvir lond og nummur á ver.fo.

Minuttirnir kunnu nýtast til vanligar samrøður millum persónar í Føroyum. Hetta merkir, at minuttirnir m.a. ikki skulu nýtast úr maskinum ella nýtast til at gera øðrum ónáðir.

Samrøður til útlendsk fartelefonnummur kosta vanligan uttanlandstakst, og samrøður í útlondum kosta vanligan reikingartakst, sí heimasíðuna ver.fo fyri prísir.

Samrøður til yvirtakserað nummur kosta ásetta gjaldið til nummarið.

 

10. SIM kort

Fyri at kunna nýta fartelefontænastur frá ver er neyðugt við einum SIM-korti. Ert tú frammanundan fartelefonkundi hjá Føroya Tele, ber til í flestu førum at nýta sama SIM-kort hjá ver. Hevur tú einki SIM-kort, kann hetta keypast í fleiri handlum kring um í Føroyum, sí yvirlit yvir handlar á heimasíðuni.

Tú kanst keypa tær nýtt SIM-kort, um tað gamla er burturmist ella gerst óvirkið. Tú skal skráseta títt nýggja SIM-kort á ‘Mítt nummar’ á ‘Mítt ver.

Missir tú SIM-kortið burtur, boða so beinavegin frá á tel. 809047, sum svarar alt samdøgrið.

 

11. Gildistíð á haldinum

Fyri at halda haldið virkið er neyðugt, at mánaðarliga gjaldið umframt gjøld fyri aðrar tænastur verður rindað rættstundis umvegis gjaldsavtaluna við ver.

ver sendir kunnandi teldupost til skrásettu teldupostadressuna, so skjótt staðfest verður, at tað ikki ber til at trekkja gjaldið fyri ver-haldi ella keyptu tænastuna.

1. dagin eftir gjaldskomudagin kann ver steingja haldið fyri útgangandi nýtslu. 3. dagin eftir gjaldskomudagin kann ver steingja haldið fyri allari nýtslu. Haldið kann tá gerast virkið aftur við at rinda eftirstøðuna umvegis Mítt ver.

Verður einki rindað á haldið í 180 dagar, gerst haldið óvirkið, nummarið fellur aftur til ver, møguligur peningur verður ikki útgoldin og møgulig skuld verður mótroknað.







80 80 80