Hvussu uppseti internet á mínari Android telefon?  

Vegleiðingin er gjørd við einari Samsung Galaxy S3. Um tú hevur eina eldri stýriskipan, ella eina aðra telefon, so líkjast valmyndirnar møguliga ikki heilt, sum á myndunum niðanfyri.

1.Trýst á MENU knappin og Indstillinger. Tað veldst um telefonina, hvar MENU knappurin er settur. Niðanfyri er eitt dømi. Hevur telefonin ongan Menu knapp, trýst Programmer (Apps) og Indstillinger

2. Vel Flere Netværk ella Trådløst og netværk

3. Vel Mobile netværk

4. Vel Adgangspunktsnavne/Navne på adgangspunkt 

5. Vel + ella trýst á Menu knappin og vel Ny APN

6. Innset sum víst niðanfyri
• Navn: t.d. FT
• APN: internet

7. Skrulla niður til APN-Type og skriva:
• APN-type: default ella einki ( um internetið ikki virkar, prøva so og skriva internet her)

8. Trýst á MENU knappin og vel GEM

Virkar internetið ikki, prøva so og sløk og tendra telefonina.







80 80 80