Alt, sum er vert at vita um VerSumHeima

Hvat er VerSumHeima?
Við tænastuni kanst tú tosa 20 tímar til og aðrar 20 tímar í, senda 1000 sms til og í nærum øllum Evropa, USA og Kanada, og taka upp til 6GB við tær, tá tú fert til hesi londini. VerSumHeima kostar 100 kr/mðn.

Hvar er tænastan galdandi?
Tænastan er galdandi í nærum øllum Evropa, og harumframt fært tú Alaska, Amerikansku Jomfrúoyggjarnar, Hawaii, Kanada, Puerto Riko og USA íroknað, um tú hevur haldið 16GB. Kunna teg um londini á yvirlitinum á www.ver.fo/hald.

Halt eyga við hesum
Ert tú staddur í einum landi, ið liggur tætt upp at einum øðrum landi, har tænastan ikki er galdandi, kann telefonin fara yvir á eitt net hjá hesum landinum. Hetta merkir, at tú kanst rinda vanligan uttanlandskostnað. Gev tær tískil far um netið, tú ert á, og um títt ferðamál er grannaland til eitt land, har tænastan ikki er galdandi.

Satellitnet ella ikki
Um tú ert á eini ferju ímillum tvey lond, mást tú geva tær far um, um tú ert á einum satellitneti ella á einum neti hjá okkara veitarum. Satellitnetið er ikki partur av tænastuni. Harvið eru prísirnir eisini nógv hægri. Tú ert altíð komin at seta teg í samband við okkum á tel. 80 19 90, um tú hevur nøkur ivamál.

Loft yvir nýtslu
Tað er eitt loft á 6GB av íroknaðu datamongdini at brúka um mánaðin. Fert tú upp um datamongdina, er tryggleikin í hásæti. Tú fært onga óvæntaða rokning fyri eykanýtslu, tí datanýtslan riggar ikki meira, tá tú rakar loftið.
ver tilskilir sær rættin at sperra fyri datareiking í útlandinum, um datanýtslan í einum longum tíðarskeiði einans er uttanlands.

Hvør kann fáa tænastuna?
VerSumHeima er ein eykatænasta, sum øll, ið hava haldini 0GB, 6GB og 16GB kunnu fáa sær. Tænastan fæst til keyps á www.ver.fo.

Tørv á meira data?
Um tú hevur tørv á meira data, enn tað er íroknað í tínum haldi, kanst tú keypa ein eyka data at brúka uttanlands. Gev gætur, at tað eru ymiskt eyka data. Vel tískil data, ið eru galdandi í Norðurlondum og Evropa.

Hetta er miðalferðin
Tú kanst vænta, at ferðin á netinum uttanlands er lægri enn á okkara farneti í Føroyum. Ferðin á einum farneti, sum vit hava reikingaravtalu við, er í miðal 1 Mbit.







80 80 80