Góð ráð tá tú reikar
Tá tú brúkar tína fartelefon uttanlands, so reikar tú. Tá tú reikar, so eru aðrir kostnaðir galdandi enn teir í Føroyum. Niðanfyri eru nøkur góð ráð til tín, tá tú ert uttanlands við tínum ver-haldi.
Myndir kunnu siga meira enn túsund orð, men á netinum kosta tær eisini hareftir.
- Tað kann vera ein fyrimunur at halda seg frá síðum við nógvum myndum.
- Tú kanst seta fartelefonina til ikki at heinta myndir, tá tú reikar við henni á netinum. Sindur keðiligari, men bíligari.
Teldubrøv
- Tað kostar líka nógv at heinta teldubrøv sum annað tilfar. Ansa tí eftir, hvussu stór teldubrøvini eru, áðrenn tú tekur tey niður.
Dagføringar
- Dagføringar eru betur gjørdar á heima ella á einum WI-FI neti.
Tað er trygt at brúka data uttanlands við ver, tí tú kanst ongantíð brúka meir, enn tað tú hevur sett á haldið, sama um tú hevur datapakka ella pening til data onnur lond.
Telefonsvararin
- Telefonsvararin kann hava óneyðugan kostnað við sær. Tí er tað vert at umhugsa at sláa hann frá, meðan tú ert á ferð.
GPS'arin
- Tá tú brúkar GPS'ara, rindar tú fyri hvørt megabyte, eins og tú gert við teldu og fartelefon. Brúka tí GPS'aran við skili og hav eyguni við teljaranum á tólinum.
Læs fartelefonina
- Minst til at læsa skermin á fartelefonini, so tú hevur eina kotu, hvørjaferð tú skal brúka hana.
- Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at fartelefonin ikki verður misbrúkt, um hon verður stolin ella burturmist.
Áðrenn tú fert á ferð við Ver (Norðurlond og Evropa)
- Loyv Víðkað reiking, ið er serliga galdandi, um tú ferðast uttan fyri Norðurlond og/ella í Grønlandi.
- Ferðast tú í Evropa, mæla vit til, at tú skiftir til Fría talu, tí við Fríari talu kanst tú tosa frítt í nærum øllum Evropa.
- Tryggja tær at peningur er á ver-kontuni (hesin peningur er til at móttaka uppkall, at ringja og smsa við. Hevur tú Fría talu, so má peningur vera á til at smsa við.)
- Vilt tú tryggja tær, at tú altíð kanst ringja er best, at tú loyvir “sjálvvirkandi áfylling” á tíni ver-kontu. Velur tú sjálvvirkandi áfylling, fært tú 10 % eyka.
- Vilt tú reika data, mást tú keypa ein datapakka til Norðurlond og Evropa.
- Um tað altíð skal rigga at ringja, so loyv Víðkað reiking; eisini tá tú ferðast í Norðurlondum.
- Goym tær tær ymsu koturnar, ið skulu nýtast, um tú skjótt og lætt vilt fylla á við sms-boðum. Tú finnur yvirlitið yvir koturnar her.
Áðrenn tú fert á ferð við Ver (uttan fyri Evropa)
- Tryggja tær, at tú hevur loyvt Víðkað reiking.
- Tryggja tær, at peningur er á ver-kontuni (hesin peningur er til at móttaka uppkall, at ringja og smsa við).
- Vilt tú tryggja tær, at tú altíð kanst ringja er best, um tú loyvir sjálvvirkandi áfylling á tíni ver-kontu. Velur tú sjálvvirkandi áfylling, fært tú 10 % eyka. Hetta verður gjørt undir “mítt ver”.
- Vilt tú reika data, mást tú keypa eina peningaupphædd til data onnur lond
- Goym tær tær ymsu koturnar, sum skulu nýtast, um tú skjótt og lætt ynskir at fylla á við sms-boðum. Tú finnur yvirlitið til koturnar her.
80 80 80