Áðrenn tú fert úr Føroyum

Tá ið tú fert út at ferðast, ber til at reika við fartelefonini. Tú reikar, tá tú ringir, sms’ar ella brúkar internetið við fartelefonini.

Vit mæla til, at tú kannar nøkur viðurskifti, um tú skalt nýta fartelefonina uttanlands.

  1. Kanna, um ver hevur reikingaravtalu í landinum, tú skalt til.
  2. Tryggja tær, at peningur er inni á tíni ver-kontu.
  3. Skalt tú reika uttan fyri Norðurlond, so minst til at velja Víðkað reiking til
  4. Vilt tú reika data í Evropa, mást tú keypa ein datapakka til Norðurlond og Evropa.
  5. Um tú vilt reika í øðrum londum, mást tú fylla á data at reika uttan fyri Evropa.
  6. Kanna, um fartelefonin hjá tær stuðlar undir frekvensbandinum, ið verður nýtt hjá televeitaranum í útlandinum. Tað kanst tú gera her. T.d. brúka vit GSM 900 í Føroyum.

Tørvar tær hjálp, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Telebúðirnar ella at ringja 801990 gerandisdagar millum kl. 08-18.

Tað er sera umráðandi, at tú læsir skermin á tíni fartelefon, áðrenn tú fert uttanlands, soleiðis at tú hevur eina kotu at lata telefonina upp við, tá tú skalt brúka hana. Hetta veitir trygd fyri, at ongin fremmandur kann brúka tína telefon, um hon verður stolin, ella um tú hevur mist hana burtur.

Hevur tú mist telefonina burtur, ella er hon stolin, skalt tú ringja til 809047 og biðja um at fáa sperrað fartelefonina.

GG. Fyri at fáa telefonina latna upp aftur, mást tú koma inn í eina Telebúð, har ið samleikaprógv skal vísast, áðrenn latið verður upp aftur fyri telefonini.







80 80 80