Kostnaður í útlondum

Alt eftir haldslag eru aðrir enn føroyskir prísir galdandi, tá tú ringir við tínari fartelefon ella nýtir data í útlondum. Hetta verður kallað at reika.

Íroknaða nýtslan í tínum ver-haldi kann ikki altíð brúkast til at reika við, og tí er neyðugt at fáa tær VerSumHeima ella seta pening á tína ver-kontu, um tú vilt nýta fartelefonina uttanlands. Sí meira um júst títt hald her.

Ferðast tú í Evropa ella Norðuramerika viðmæla vit VerSumHeima, tí so kanst tú tosa 20 tímar til og aðrar 20 tímar í VerSumHeima-londunum, senda 1000 sms til og í VerSumHeima-londunum og taka upp til 6GB av íroknaðu datamongdini við tær til VerSumHeima-londini.

Ferðast tú uttan fyri Norðurlond, viðmæla vit, at tú loyvir Víðkað reiking. Víðkað reiking merkir, at tú kanst reika í øllum londum, har ver hevur avtalur við veitarar. Hevur tú ikki loyvt Víðkað reiking, kanst tú reika í avmarkum londum hjá ávísum veitarum. Sí yvirlit tey lond og veitarar her.

Her er eitt yvirlit yvir, hvat tað kostar at reika uttanlands, um tú er kundi hjá ver:


Bólkur Móttaka samrøðu Ringja heim Ringja lokalt Ringja í landa-bólkinum Ringja til onnur lond SMS    Data  pr. MB
               
Norðurlond 2,29 4,68 4,68 4,68 14,43 3,88 20,00
- við VerSumHeima 0,00 0,00 0,00 0,00 14,43 0,00 0,00*
EU/EFTA 2,35 4,73 4,73 4,73 14,48 3,88 20,00
- við VerSumHeima 0,00 0,00 0,00 0,00 14,48 0,00 0,00*
Evropa restin 2,35 4,73 4,73 4,73 14,68 3,88 20,00
Norðuramerika 2,35 4,73 4,73 4,73 14,68 3,88 20,00
- við VerSumHeima** 0,00 0,00 0,00 0,00 14,68 0,00 0,00
Onnur lond 11,79 34,29 34,29 37,29 37,29 7,45 149,00
Maritim              
- MCP 12,00 12,00 Ikki gjørligt Ikki gjørligt 20,00 6,25  109,00
- Offshore 0,99 0,99 Ikki gjørligt  Ikki gjørligt 0,99 0,99 1,49
- On-Waves 12,00 12,00 Ikki gjørligt Ikki gjørligt 20,00 6,25 109,00


* Í mesta lagi 6GB av íroknaðu datamongdini hvønn mánað.

** Bert galdandi fyri haldið 16GB, og í mesta lagi 6GB av íroknaðu datamongdini hvønn mánað.
  
Norðurlond: Danmark, Finnland, Grønland, Ísland, Noreg, Svøríki og Áland.

EU/EFTA: Andorra, Asorurnar, Belgia, Bulgaria, Eysturríki, Estland, Frankaríki, Gibraltar, Guernsey, Grikkaland, Holland, Isle of Man, Isle of Wight, Italia, Jersey, Írland, Kekkia, Kosovo, Kroatia, Kýpros, Lettland, Liktinstein, Litava, Luksemborg, Makedónia, Malta, Monako, Montenegro, Portugal, Pólland, Rumenia, Serbia, Slovakia, Slovenia, Spania, Stórabretland, Sveis, Turkaland, Týskland og Ungarn.

Norðuramerika: Alaska, Hawaii, Kanada, Puerto Riko og USA.

Onnur lond: Afganistan, Albania, Algeria, Angola, Anguilla, Antigua og Barbuda, Argentina, Armenia, Aruba, Avstralia, Azerbaijan, Bahrein, Barbados, Benin, Bermudaoyggjarnar, Bonaira, Bosnia Herzegovina, Botsvana, Brasilia, Bretsku Jomfrúoyggjarnar, Burkina Faso, Cape Verde, Caymanoyggjarnar, Curacao, Dominica, Egyptaland, El Salvador, Ethiopia, Fiji, Filipsoyggjar, Fílabeinsstrondin, Fransk Gujana, Georgia, Ghana, Grenada, Guadeloup, Guatemala, Guinea Bissau, Guyana, Haiti, Honduras, Hong Kong, Hvítarussland, India, Indonesia, Iran, Ísrael, Jamaika, Japan, Jordan, Kambodia, Kasakstan, Kenya, Kili, Kina, Kongo, Kosta Rika, Kuba, Kuwait, Kyrgystan, Laos, Libanon, Liberia, Madagaskar, Makao, Malaisia, Malawi, Maldivoyggjar, Martinique, Mauritius, Meksiko, Marokko, Moldava, Mosambique, Mongolia, Nýsæland, Nigeria, Nikaragua, Oman, Pakistan, Palestinenska økið, Panama, Papua Nýguinea, Paraguay, Peru, Qatar, Russland, St. Barthelemy, Sameindu Arabisku Emiratini, Samoa, Savdiarabia, Senegal, Sierra Leona, Singapor, Sri Lanka, St. Kitts og Nevis, St. Lucia, St. Martin, St. Vincent, Suðurafrika, Suður Korea, Suriname, Tailand, Taivan, Tansania, Tadsjikistan, Togo, Tonga, Trinidad og Tobago, Tunesia, Turkmenistan, Turkusoyggjarnar, Uganda, Uruguai, Sýria, Ukraina, Usbekistan, Vanuatu, Vietnam og Virgin Islands (US).

On-Waves: veitir samband umborð á ymiskum ferjum og ferðamannaskipum. Les meira her


 

 







80 80 80