Kann eg nýta data uttanlands?  

Ja. Við ver eru tveir møguleikar. Vilt tú brúka data í Norðurlondum og Evropa, kanst tú keypa datapakkar til endamálið. 50MB kosta 50 kr., 100MB kosta 90 kr., 150MB kosta 120 kr. og 500MB kosta 380 kr. Tú fært boð umvegis sms, tá ein pakki er uppi. Tú kanst altíð keypa tær ein nýggjan pakka, um tú hevur tørv á tí. Pakkarnir kunnu nýtast í hesum londum, tó ikki Moldova og Montenegro.

 

Skalt tú reika uttan fyri Evropa, krevst bara, at tú hevur keypt data til endamálið. Upphæddin er antin 100, 300, 500 ella 1000 krónur. Tú veitst sostatt, hvat tú brúkar, og tú fært onga óvæntaða rokning, tá ið tú kemur heimaftur. Tá ið pakkin er uppi, fært tú eina fráboðan, og kanst velja at fylla áaftur. Kostnaðurin fyri datareiking sæst her.

Tú hevur altíð ókeypis atgongd til ver.fo. Tað merkir, at sjálvt um datapakkin er uppi, kanst tú fara inn á ver.fo og fylla meira á, um tær tørvar, eisini frá útlondum.
Data, ið fylgir við tínum haldi, er til nýtslu í Føroyum.







80 80 80