Hvussu nógvum data havi eg brúk fyri?  

Datanýtsla er ógvuliga ymisk frá brúkara til brúkara, og tí er ógvuliga trupult at siga, hvussu nógvum data tú hevur brúk fyri.

 

Við FRÍ ella FRÍ+ fært tú 1GB, 3GB ella 6GB data at nýta um mánaðin. Fyri flestar kundar vil hetta kennast sum frítt data, og 1GB røkkur til væl meira enn at kanna teldupost og fara á facebook viðhvørt.

Stroymar tú tónleik, spælir spøl, hyggur at video ella líknandi hevur tú tørv á meira 3GB, 6GB ella meira data.

 

Tú kanst keypa eyka data á ver.fo – 150MB fyri 50 kr, 450MB fyri 100 kr, 1GB fyri 150 ella 5GB fyri 300 kr.

150 MB data røkkur til sámiliga nýtslu, men ert tú javnan á farnetinum og hyggur at video og myndum ella lurtar eftir tónleiki, mást tú helst hava 450 MB ella enntá 1GB, um tú brúkar heilt nógv.

 

Hevur tú 6GB klárar tú næstan alt. Tú kanst vanliga kanna tína datanýtslu á tínari fartelefon.

Sum ein vegleiðing kann vísast til ymsar heimasíður, ið hava gjørt eina snøgga vegleiðing um, hvussu nógv data fer til ymsar tænastur, sí eitt nú her.

 

Fyri at kunna nýta data í útlondum krevst annaðhvørt FRÍ+ 3GB og 6GB ella ein eyka datapakki til endamálið. Við FRÍ+ 3GB og 6GB kanst tú nýta íroknað data í nærum øllum Evropa.

Tá ið eyka datapakkin er uppi, fært tú eina fráboðan og kanst velja at fylla áaftur. Tað ber ikki til at gera hesa áfylling sjálvvirkandi.

 

Tú hevur altíð ókeypis atgongd til ver.fo.







80 80 80