Hvat er ein ver-konta?  

ver-kontan er til alt tað, sum sjálvt haldið ikki røkkur til.

ver-kontan er sostatt til aðra nýtslu, ið ikki er íroknað í tínum ver-haldi. Kontan rindar eitt nú fyri ymiskar yvirtakseraðar gjaldstænastur (t.d. nummarkall, atkvøðugreiðslur og V4-lutaseðlar) og fyri at ringja til fartelefonir uttanlands, um tú ikki hevur #VerSumHeima til.

ver-kontan kann eisin brúkast, tá tú reikar uttanlands. Les meira her.

Um tú bert ynskir at nýta tað, ið er íroknað tínum ver-haldi, er ikki neyðugt at hava pening á tíni ver-kontu. Tú avgert tí eisini heilt, um ella hvussu nógv tú vilt hava á tínari ver-kontu.

Vit viðmæla tó, at tú hevur eitt sindur av peningi á ver-kontuni, tí tað kann vera hent at hava.







80 80 80