Hvat inniheldur mítt ver-hald?  

Øll haldini hava fría talu og frítt sms í Føroyum, meðan tú kanst velja millum 0GB, 6GB ella 16GB data at brúka í Føroyum. 

 

Ynskir tú at ringja ella smsa til allar vanligar heima- og fartelefonir í nærum øllum Evropa, mást tú keypa tænastuna #VerSumHeima. Hendan tænastan loyvir tær at ringja og smsa bæði til, í og úr nærum øllum Evropa. 

Við #VerSumHeima hevur tú 20 tímar at ringja við til nærum alt Evropa og aðrar 20 tímar at ringja við í nærum øllum Evropa um mánaðin, og tú hevur 1000 sms í alt um mánaðin at senda til, í og úr nærum øllum Evropa.

Við #VerSumHeima kanst tú harafturat taka upp til 6GB av íroknaðu datamongdini við tær, tá tú ferðast í nærum øllum Evropa.

 

Les meira um #VerSumHeima her.

 







80 80 80